Í hesum døgum verður nógv tosað um “Exit Føroyar” og døpru hagtølini fyri fráflyting og vantandi heimflyting. Í kjakinum hevur eisini verið frammi, at røddin hjá hesum unga ættarliðinum manglar í Føroyum, og at tey tískil eru uttan fyri ávirkan á menningina av tí samfelagnum, sum vit ynskja, at tey skulu gerast partur av í framtíðini.
Tað er ein stór avbjóðing, at vit sum samfelag missa sambandið við okkara útisetar, tá tey flyta av landinum. Tað finst einki samlað yvirlit ella nakar einfaldur møguleiki at fáa samband við útisetar, og tí ber heldur ikki til at spyrja um viðkomandi viðurskifti, eitt nú áðtroðkandi spurningar um tey ætla sær at flyta heim ella hvat forðar teimum og hvat skal til fyri at vit sum samfelag skulu gerast meiri viðkomandi. Eru tað bústaðarviðurskifti, barnaansing, útbúgvingarmøguleikar, fakligar avbjóðingar, kostnaðarstøði ella okkurt heilt annað?
Spyr.fo hevur sett sær fyri, at gera nakað við hesa ítøkiligu avbjóðing og geva útisetum eina rødd í Føroyum, soleiðis at tey sjálvi kunnu siga sína hugsan um viðurskifti, sum hava týdning fyri tey, og sum arbeiðsgevarar, kommunur, myndugleikar og vit sum samfelag hava stóran tørv á at vita.
Fyrsti liður í hesum átakinum er, at fáa útisetar at melda seg til eitt útisetapanel og her verður hugsað breitt um bæði lesandi og føroyingar ið búgva og arbeiða uttanlands.
Við hesum verður tað, eins og við Spyr.fo í Føroyum, møguligt at gera kanningar millum útisetar um alskyns viðurskifti. Hetta kann vónandi vera eitt gott íkast til kjakið og vitanina um, hvørjar avbjóðingarnar eru og hvørjar loysnir vit kunna arbeiða við.
Spyr.fo hevur síðani 2015 gjørt nærum 500 spurnarkanningar millum føroyingar í Føroyum, og nú er tíðin komin til eisini at spyrja føroyingar uttanlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald