Innanlands

Vil hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur um at stuðla Ukraina

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður hevur m.a. spurt Jenis av Rana, hvørjar umstøðurnar eru fyri útflutning av føroyskum vørum til Ukraina, og hvønn leiklut føroyska sendistovan í Moskva hevur í dag

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn (Savnsmynd)

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn (Savnsmynd)

2022-08-15 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn vil hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur um at stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi.

– Útflutningsvirðið til Ukraina var bert 4,6 milliónir krónur í 2016, men í 2021 var útflutningsvirðið 104,6 milliónir krónur. Í tonsum vóru føroyskar fiskavørur 4,8% av samlaða innflutninginum av fiskavørum hjá Ukraina í 2020. Tað er áhugavert at vita, hvørjir møguleikar eru fyri at stuðla Ukraina við at selja føroyskar fiskavørur til teirra, og hvørjar møguligar avbjóðingar og forðingar eru í hesum sambandi, sigur tingmaðurin.

Eisini vil Bjarni Kárason Petersen hava at vita, hvønn leiklut sendistova Føroya í Moskva hevur í dag, eftir at viðurskiftini millum Russland og restina av heiminum eru broytt so grundleggjandi.

– Føroyar hava í fleiri ár arbeitt miðvíst við at fáa handilssáttmála við Evroasiatiska Búskaparsamveldið (EABS). Eftir russisku innrásina í Ukraina er at kalla allur samhandil millum Russland og Føroyar hildin upp at, og føroyskir útflytarar hava flutt seg til aðrar marknaðir.

– Ein av fremstu uppgávum hjá Sendistovu Føroya í Moskva hevur verið at virka til frama fyri einum fríhandilssáttmála við Russland og hini limalondini í Evroasiatiska búskaparsamveldinum.

Tingmaðurin hevur spurt landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, um fylgjandi:

1. Hvørjar eru yvirskipaðu umstøðurnar fyri útflutning av føroyskum vørum til Ukraina?

2. Hvør er gongdin fyri útflutning av føroyskum vørum og tænastum til Ukraina?

3. Er grundarlag fyri at stuðla Ukraina búskaparliga við størri útflutningi av føroyskum vørum og tænastum?

4. Eru markaforðingar fyri útflutning av føroyskum vørum og tænastum til Ukraina?

5. Hvussu stórur partur av játtanini til neyðhjálp fer til Ukraina?

6. Halda samráðingarnar millum Føroyar og Evroasiatiska búskaparsamveldið um fríhandilssáttmála fram, hóast nýggju støðuna?

7. Hvønn leiklut hevur føroyska sendistovan í Moskva í samband við ósemjuna millum Russland og Ukraina?

8. Hevur landsstýrið nakrar ítøkiligar ætlanir um at stuðla Ukraina fíggjarliga, búskaparliga, politiskt, diplomatiskt ella á annan hátt í kjalarvørrinum á russisku innrásini?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder