Innanlands

Vil hava borgarar at siga sína hugsan um umhvørvispolitikk

Tórshavnar kommuna hevur gjørt ein talgildan pall, har borgarar kunnu siga sína hugsan um umhvørvispolitikk

Hósdagin var borgarafundur um umhvørvispolitikk í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Hósdagin var borgarafundur um umhvørvispolitikk í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-03-17 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna er í holt við at gera nýggjan umhvørvispolitikk, sum skal vera stýriamboð í strembanini eftir at gerast ein grønari kommuna. Í hesum sambandi við kommunan fegin hoyra frá borgarum, og tí er ein talgildur pallur gjørdur, har borgarar kunnu siga sína hugsan um umhvørvispolitikk.

Kommunan vil fegin hava borgararnar at siga, hvat teir halda vera týdningarmikið at fáa við í umhvørvispolitikkin. Til hetta endamálið er ein talgildur pallur stovnaður á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, har fólk kunnu koma við viðmerkingum og hugskotum.

Talgildi pallurin er opin til 10. apríl á midnátt. Innkomnu viðmerkingarnar verða síðani savnaðar saman og verða saman við øðrum tilfari grundarlag undir víðari arbeiðinum við umhvørvispolitikkinum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Væl vitjaður borgarafundur
Hósdagin 13. mars var borgarafundur í Perluni í Havn um umhvørvispolitikkin, har fleiri tóku orðið og komu við hugskotum og viðmerkingum.

Fleiri vístu á avbjóðingar við umhvørvisviðurskiftum í kommununi í dag, eitt nú kloakkir, dálking við sjóvarmálan og tvørrandi møguleikar at skilja ruskið.

Onkur mælti til at brúka møguleikarnar fyri sólorku á tekjunum, tá ið stovnar verða bygdir í kommununi. Eisini varð mælt til at gera leigutraðir atkomuligar til ein breiðari hóp av fólki, neyva umhvørvisstýring, krøv til dálkandi skip, lendisætlan, verja vátlendini og mangt annað, skrivar kommunan.

Viðmerkingarnar frá borgarafundinum vórðu skrivaðar niður og eru nú partur av grundarlagnum, tá umhvørvispolitikkurin skal orðast.

Í dag verður fundur við staðbundnu nevndirnar hjá Tórshavnar kommunu.

Ein arbeiðsbólkur er settur at tilevna umhvørvispolitikkin, og væntandi verður arbeiðið liðugt einaferð í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder