Síðan Eysturoyartunnilin varð latin upp er tíðin, ið skal brúkast uppá ferðing, munandi stytt hjá fleiri borgarum. Kortini tykist, at fólk í Norðoyggjum og í pørtum av Eysturoynni, ið brúka almenna ferðasambandið, hava fingið minni gleði av Eysturoyartunlinum, síðan hann varð tikin í nýtslu, sigur Birita Matras Petersen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
Hon hevur spurt landsstýrismannin við samferðslumálum, Dennis Holm, um ætlanin er at økja túratalið á leið 401, sum er snarbussur hjá bygdaleiðum millum Havnina og Klaksvík.
Hon vísir á, at snarbussurin, sum koyrir millum Klaksvík og Havnina umvegis Eysturoyartunnilin, bert koyrir fýra túrar hvønn gerandisdag og ongar í vikuskiftinum, og fleiri noyðast tí at brúka leið 400, sum koyrir millum Klaksvík og Havnina umvegis Sundalagið.
Eisini vil Birita Matras Petersen hava at vita, um ætlan er um at endurskoða leið 400.
Hon vísir á, at tað kann vera torført at leggja gerandisdagin til rættis, tá ferðingin við leið 400 er so tíðarkrevjandi sammett við leið 401, og eitt økt túratal á leið 401 kann vera við til at eggja borgarum til at velja almennu bussleiðina til.
– Ein bilur er ein stór útreiðsla fyri fleiri, og skal ein regluliga ferðast langt millum bústað og arbeiði ella útbúgvingarstað, kann almenna ferðasambandið vera einasti mátin at ferðast uppá hjá summum.
– Við einum álítandi og tryggum almennum ferðasambandi millum oyggjarnar við eitt nú øktum túratali kann tað gerast høgligari og lættari hjá fólki at velja almenna ferðasambandið til. Hetta kann vera við til at eggja borgarum til at velja ein meira umhvørvisvinarligan hátt at ferðast millum oyggjarnar, sigur hon í viðmerking til fyrispurningin, sum kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald