Uttanlands

Vil hava fólkaatkvøðu um eitt ár

Ein bretskur dómstólur skal taka støðu til, um tað ber til at hava fólkaatkvøðu í Skotlandi uttan góðkenning frá bretsku stjórnini

Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon (Mynd: EPA)

Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon (Mynd: EPA)

2022-10-09 19:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon er vís í, at Skotland um eitt ár kann hava fólkaatkvøðu um loysing frá restini av Stórabretlandi. Tað sigur hon í samrøðu við BBC.

Týsdagin byrja hoyringar hjá ovasta bretska dómstólinum, har møguleikin fyri einari fólkaatkvøðu uttan góðkenning frá stjórnini hjá Liz Truss verður viðgjørdur.

Skotland hevði fólkaatkvøðu um loysing í 2014, men tá atkvøddi ein meiriluti á 55 prosent ímóti. Í 2016 var fólkaatkvøða í øllum Stórabretlandi um, hvørt tey skuldu vera verðandi í ES ella ikki, og har atkvøddi meirilutin fyri at fara úr ES. Ein meiriluti av skotsku veljarunum ynskti tó ikki hetta.

Nicola Sturgeon heldur, at støðan nú er ein onnur, enn hon var í 2014, tá bretar framvegis vóru í ES, og tí er grundarlag fyri at hava fólkaatkvøðu aftur longu í oktober 2023.

– Lat okkum bíða og síggja, hvat niðurstøðan hjá dómstólinum verður. Eg kenni meg vísa í, at Skotland verður sjálvstøðugt, sigur hon.

Les eisini: Skotska stjórnin vil seta ferð á grøna orkuskiftið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder