Innanlands

Vil hava Heðin til Japan at vitja

Japanski sendiharrin Manabu Miyagawa hevur vitjað ymsastaðni í Føroyum seinastu dagarnar. Í dag var hann á vitjan á ráðhúsinum í Havn

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2022-08-26 16:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Japanski sendiharrin Manabu Miyagawa vitjaði á ráðhúsinum í Havn í morgun, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók ímóti. Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, hevði framløgu um mentan og vinnu í Havnini og í Føroyum sum heild.

Aftaná var prátað um samskifti innan bæði mentan og vinnu. Áhugin er serliga stórur innan maritima vinnu sum heild. Sendiharrin beyð eisini Heðini Mortensen, borgarstjóra, at vitja í Japan komandi ár.

Vitjanin frá japonsku sendstovuni endar nú og ferðalagið hevur vitjað ymsastaðni í Føroyum. Eisini hava tey verið við til japanska filmsfestivalin og til hátíðarhald í sambandi við útgávuna av japansk-føroysku orðabókini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder