Tá kríggið í Ukraina er av, eigur russiski forsetin, Vladimir Putin og restin av politisku leiðsluni í Russlandi at verða stillað fyri ein krígsbrotsmannadómstól.
Tað krevur Jan Lipavsky, uttanríksimálaráðharri í Kekkia, sum sigur, at einhvør politisk leiðsla í einum landi, sum fer í kríggj eigur at kunna ábyrgdast fyri hetta, og gerðirnar hjá russum verða av kekkiska tjóðartinginum sæddar sum yvirgangur.
Russar eru ferð eftir ferð lagdir undir at hava framt krígsbrotsverk undir innrásini av Ukraina, men Russland vísir aftur, at tey skulu hava framt nøkur krígsbrotsverk í Ukraina.
Kekkiski uttanríkismálaráðharrin sigur, at tað er neyðugt at standa fastur, tá tað snýr seg um Russland.
– Vit kunnu ikki tosa um frið. Russland skilur bara styrki. Eg kann ikki ímynda mær at vera partur av einari stjórn, sum ikki stuðlar Ukraina, sigur hann sambært CNN.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald