Eftir at kjakið í nakrar vikur millum serliga samgongulimir um Fámjinstunnil hevur tikið seg upp aftur, sæst nú fyrsta ítøkuliga úrslitið.
Í eykajáttanaruppskoti fyri juni biður Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálun, um tríggjar milliónir til Fámjinstunnilin.
- Mett verður, at kostnaðurin at gera verkætlanina klára at bjóða út er um 3 milliónir krónur. Í hesum er, at ein ráðgevi skal projektera rest, gera tekningar og rokna nøgdir, og tekur tað eitt hálvt ár at gera. Biðið verður eykajáttan á 3 milliónir krónur til endamálið, stendur í eykajáttanaruppskotinum.
Lagt hevur verið upp til at byrjað at bora Fámjinstunnilin tá Hvalbiartunnilin er boraður í gjøgnum. Hetta tí, at útgerðin longu er í oynni, og tað vildi gjørt verkætlanina bíligari.
Annars hevur verið sagt í fleiri ár, at tá Hvalbiartunnilin er liðugt boraður standa tunlarnir Norður um Fjall fyri tørni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald