
Nær fara veðurstøðirnar í Mykinesi, Fugloy og á Eiði at virka aftur.
Tað spyr Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, í grein 52 fyrispurningi til Árna Skaale, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Jørgen Niclasen sigur, at tríggir av fimm vindmátarum í longri tíð ikki hava virkað, og at hetta gevur nøkrum trupulleikar.
- Serliga tí at heimasíðan upplýsti eisini vindin á teimum støðum, har vindmátarin ikki virkaði. T.v.s. at tá tú lat síðuna upp, var vindurin tann, sum Tórshavn vísti. Trýsti tú á Mykines, ja so var sami vindur har. Tað var ikki rætt tí hetta var vindurin í Havn. Eitt dømi er um, at vindmátarin í Mykineshólmi vísti 7 m/s, men vindurin var 17 m/s, sigur Jørgen Niclasen.
- Vit hava fimm vindmátarar, sum hava stóran týdning fyri øll siglandi. Vindmátararnir standa á okkara ytstu punktum. Teir eru á Akrabyrgi, Borðuni, Mykineshólmi, Eiði og Fugloy.
- Veðrið í Føroyum er løgið og ikki sum aðrastaðni í heiminum. Serliga fyri útróðrarfólk og onnur siglandi, hevur vindupplýsing stóran týdning. Vindur á nevndu útplássum samsvarar slett ikki við vindin á fastlandinum.
Jørgen Niclasen sigur, at eftir samrøðu við landsstýrismannin gekk ikki long tíð til heimasíðan var rættað. Nú sæst, at eingin vindmáting er í Fugloy, Eiði og Mykinesi.
- Mín meting er, at hesar veðurstøðir eru sera stór trygd fyri øll sum sigla. Hesar veðurstøður eru avgerðandi fyri trygdina hjá útróðrarfólki.
Grein 52 fyrispurningar skulu svarast í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at teir eru settir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald