![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinastu árini hevur stórur partur av ólavsøkuni verið savnaður á parkeringsøkinum á Skálatrøð. Í ár var øðrvísi, tí í royndini at spjaða ólavsøkugestir í mestan mun, vóru ymsu básarnir og tiltøkini staðsett runt í miðbýnum.
- Mín greiða støða er, at tíðin er farin frá stóru tiltøkunum á Skálatrøð. Vit skulu útnytta býin betur, í minstan mun stúva fólk saman, men hava eina meira spjadda ólavsøku fyri allar aldursbólkar, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu á heimasíðuni.
Hann sigur eisini, at nevnt hevur verið at ólavsøkan átti at rokkið niðan í Gundadal við hópin av tiltøkum. Hetta verður umhugsað nú eisini stórt torg verður gjørt frammanfyri Tórsvøll og við hinar vøllirnar.
Fleiri tiltøk vóru uttanfyri ráðhúsið (Mynd: Jens Kr. Vang)
- Nevnt hevur verið, at hugnaligu, smáu og spjaddu konsertirnar hepnaðust avbera væl og órógvaðu als ikki samskiftið millum fólk. Tað bar til hjá fólki at tosa saman, fólk góvu sær veruliga stundir at práta og sjáldsama mong vóru at síggja í føroyskum klæðum.
- Vit hava onga fráboðan fingið um, at nakar varð smittaður við koronu á ólavsøku. Vit valdu at trúgva, at fólk fóru at vera ansin og at vísa ábyrgd – tað sama vóna vit, nú stórt tiltak verður í Vágsbotni, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald