Uttanlands

Vil ikki keypa Twitter kortini

Í apríl boðaði ríkmaðurin Elon Musk frá, at hann fór at keypa sosiala miðilin Twitter fyri 44 milliardir dollarar, men í gjár boðaði hann frá, at hann tekur keypstilboðið aftur

Elon Musk, ið er stjóri í Tesla, er í løtuni ríkasti maður í heiminum (Savnsmynd)

Elon Musk, ið er stjóri í Tesla, er í løtuni ríkasti maður í heiminum (Savnsmynd)

2022-07-09 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heimsins ríkasti maður og stjórin í Tesla, Elon Musk boðaði í apríl frá, at hann fór at keypa sosiala miðilin Twitter fyri 44 milliardir dollarar – góðar 300 milliardir í okkara krónum.

Men í gjár boðaði hann frá, at hann tók tilboðið aftur.

Orsøkin er, at Twitter hevur brotið fleiri partar av avtaluni, og hevur m.a. ikki givið honum tær upplýsingar, hann hevur biðið um, sigur hann sambært altjóða miðlum.

M.a. hevur Elon Musk heitt á Twitter um at prógva, at ikki fleiri enn fimm prosent av brúkarunum á sosiala miðlinum eru falskir.

Bret Taylor, ið er nevndarformaður í Twitter, sigur sambært tíðindastovuni Reuters, at nevndin í Twitter tó framvegis ynskir at fáa avtaluna gjøgnumførda, og eru tey til reiðar at fara í rættin við málinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder