Uttanlands

Vil ikki koyra Russland á listan yvir lond, ið stuðla yvirgangi

Hetta er ikki rætti framferðarháttur, um Russland skal ábyrgdast fyri kríggið í Ukraina, sigur umsitingin hjá Joe Biden

Amerikanski forsetin, Joe Biden, og russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: AP)

Amerikanski forsetin, Joe Biden, og russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: AP)

2022-09-07 10:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA vil ikki skráseta Russland sum eitt land, ið stuðlar yvirgangi.

Lond sum Kuba, Norðurkorea, Iran og Sýria eru á listanum hjá USA yvir lond, sum stuðla yvirgangi, og umsitingin hjá amerikanska forsetanum Joe Biden ætlar ikki, at Russland skal leggjast afturat teimum londunum.

Karine Jean-Pierre, pressutalsfólk hjá amerikanska forsetanum, sigur eisini, at tað at seta Russland á yvirgangslistan ikki er besti framferðarhátturin, um landið skal ábyrgdast fyri kríggið í Ukraina. Mett verður, at tað kemur afturumaftur, um hetta verður gjørt.

Eisini sigur hon, at hetta m.a. kann fáa avleiðingar fyri veitingina av neyðhjálp til partar av Ukraina, og kann tað forða neyðhjálparfelagsskapum í at útflyta korn úr ukrainskum havnum sambært avtaluni við ST og Turkaland.

Tá Joe Biden beinleiðis varð spurdur, um USA ætlaði at koyra Russland á listan yvir lond, sum stuðla yvirgangi, svaraði hann einfalt "nei".

Verður Russland av USA skrásett sum land, ið stuðlar yvrigangi, fer tað at fáa djúptøknar avleiðingar fyri Russland. Hetta kann m.a. hava við sær, at bankar og fyritøkur ikki longur fara at tora at samstarva við Russland.

– Tað er tað rætta at gera

Tað var ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sum heitti á vesturheimin um formliga at skráseta Russland sum ein yvirgangsstat í kjalarvørrinum á fleiri álop, sum hava kravt sivil mannalív. Talan er m.a. um eitt álop á eina sølumiðstøð í Krementjuk í juni, har 18 sivilfólk lótu lív.

Hóast amerikanski forsetin hevur noktað at koyra Russland á svartalista, sigur ukrainski uttanríkismálaráðharrin Dmytro Kuleba, at hetta ikki merkir, at tað ongantíð fer at henda.

Hann sigur, at tey í Ukraina er takksom fyri alt, sum USA hevur gjørt fyri landið, men á hesum økinum standa tey føst, tí "tað er tað rætta at gera".

Í USA hava fleiri limir í Kongressini, m.a. demokratiska forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, eisini heitt á Biden um at skráseta Russland sum yvirgangsstat. Grundgeving teirra er, at tað er ein máti at økja trýstið á Russland, sum í fleiri mánaðir hevur verið rakt av revsitiltøkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder