Uttanlands

Vil ikki lova, at USA verður verandi í Nato

Donald Trump hevur áður boðað frá, at hann ikki vil verja Nato-lond, sum ikki gjalda nóg mikið

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2024-12-09 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump vil ikki lova, at USA verður verandi í verjusamgonguni Nato.

Men um hini limalondini "gjalda sínar rokningar", so vil hann avgjørt lata USA verða verandi, sigur hann í samrøðu við NBC News, har hann greiðir frá, hvørjar ætlanir hann hevur fyri komandi fýra árini.

Hann vann forsetavalið 5. november, og 20. januar verður hann tikin í eið.

Trump hevur áður sagt, at hann ikki heldur, at USA skal verja onnur limalond, um tey ikki gjalda nóg mikið fyri verjuna.

Á veljarafundi í februar greiddi Trump frá einari samrøðu, sum hann hevði havt við ein Nato-lim, har hann hevði greitt frá, at hann fór at "heita á Russland" til at gera, hvat landið hevur hig til við tey Nato-lond, sum ikki geva nóg stórt íkast.

Tað er ætlanin, at Nato-limalond á hvørjum ári skulu brúka í minsta lagi tvey prosent av teirra bruttotjóðarúrtøka (BTÚ) til verju, og tað gera tey flestu. Fyrr í ár boðaði Nato frá, at 23 av teimum 32 limalondunum væntandi fóru at brúka í minsta lagi tvey prosent av BTÚ til verju í 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder