Fyrrverandi amerikanski forsetin og núverandi frsetavalevnið hjá Republikanarunum, Donald Trump lovar at samstarva við bæði Ukraina og Russland fyri at fáa ein enda á krígnum, um hann verður forseti aftur.
– Eg haldi, at um vit vinna, so fáa vit loyst málið rættiliga skjótt, sigur Trump, sum eisini sigur seg hava gott samband við bæði ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj og russiska forsetan Vladimir Putin.
Seinastu dagarnar hevur Zelenskyj verið í USA, og í hesum sambandi hevði hann eisini fund við Trump í New York í gjár, og sambært Trump kom nógv burturúr.
Trump hevur fleiri ferðir sagt, at hann kann fáa ein skjótan enda á krígnum millum Russland og Ukraina.
Sambært Ritzau hevur USA higartil latið ukrainum hernaðarstuðul fyri tað, sum svarar til 410 milliardir krónur. Ukrainski forsetin hevur seinastu tíðina roynt at leggja trýst á USA fyri at sleppa at brúka langtberandi vápn inni í Russlandi.
Við sær á fundin við Trump hevði Zelenskyj eina sonevnda sigursætlan, sum sambært amerikonskum embætisfólkum m.a. inniheldur loyvi til at brúka langtberandi vápn. Eisini ynskir Ukraina at fáa fleiri vápn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald