Eftir áhaldandi spurningum frá Sjúrða Skaale, fólkatingsmanni fyri Javnaðarflokkin, kom tað í kunning til Føroyanevndina fram, at útlendsk prædikufólk í Føroyum hava verið viðfarin eftir skeivum mannagongdum í 20 ár. Seinasta dømi um hetta var einasti katólski presturin í Føroyum, bretin Peter Fleetwood, ið flutti av landinum eftir einans trimum árum, takkað verið strangu donsku reglunum. Sjúrður setti í tí sambandi ráðharranum nakrar spurningar við útgangsstøði í Fleetwood.
Í fyrstu atløgu segði ráðharrin, at talan var um “en misforståelse”, men mátti seinni taka orðini í seg aftur og biðja um umbering fyri at útlendingastýrið av órøttum í gjøgnum so nógv ár hevði fylt ov skerpandi mannagongdum, tá tað um útlendsk prædikufólk í Føroyum ráddi.
Viðgerðarmyndugleikin hjá útlendingastýrinum viðgerð fyri tað allar mesta útlendsk prædikufólk búsitandi í Danmark. Tí er tað uttan iva ein vansi, at útlendsk prædikufólk í Føroyum aftur fara at verða viðfarin eftir donskum mannagongdum. Í tí sambandi spyr Sjúrður Skaale, hvussu ráðharrin ætlar at tryggja, at útlendsk prædikufólk í Føroyum frameftir verða viðfarin eftir røttum lógum og mannagongdum, og um ráðharrin metir eftirlitið við útlendingastýrinum vera nøktandi.
Javnaðarflokkurin á fólkatingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald