Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, setur í skrivligum fyrispurningi til Helga Abrahamsen, landsstýrismann, sjóneykuna á pornografi í Føroyum.
Hann vil hava at vita, hvussu nógv pornografisk ferðsla er á internetinum í Føroyum og hvat landsstýrismaðurin heldur um, at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum at sleppa til pornografi.
Les eisini: Steffan Klein Poulsen: Føroyskir miðlar eiga ikki at vísa myndir av úrlatnum konufólki
Eisini spyr hann um vit í Føroyum skulu gera mun millum internet reikanina hjá børnum og vaksnum, soleiðis at børn ikki hava somu atgongd til pornografi sum vaksin. Til síðst spyr hann um foreldur skulu upplýsast betur um avleiðingarnar av pornografi og um teirra møguleikar fyri at verja børnini ímóti hesum.
Í viðmerkingunum vísir miðflokkatinglimurin á at lætta atgongdin til internet í dag eisini hevur við sær trupulleikar á hesum økinum.
- Børn hava júst somu atgongd til pornografi á internetinum sum vaksin fólk. Í dag gongur ein stórur partur av børnunum við einari snildfon í lummanum, ella tey hava eina teldu, sum gevur teimum lætta atgongd til internetið, skrivar Steffan Klein Poulsen
- Sambært “British Board of Film Classification” hava meira enn helvtin av børnunum í aldrinum 11 til 13 ár sæð pornografi. Harav 18%, næstan ein fimtapartur, leitaðu eftir tí við vilja, vísir hann á.
- Pornografi kann blíva ein trupulleiki fyri bæði vaksin og børn. Fyri vaksin kann metast um, um tey skulu verja seg sjálvi, ella um landið skal verja tey. Tá tað kemur til børnini, er støðan ein heilt onnur. Tað má vera skyldan hjá myndugleikum og foreldrum at verja børnini ímóti pornografi, tí hetta er beinleiðis skeiv og ótespilig “sexual undirvísing”, ið gevur børnunum í Føroyum eina skeiva mynd av, hvat sex er.
Allur spurningurin til Helga Abrahamsen kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald