Innanlands

Vil vita um heimild er fyri koronupassi í Føroyum

Hanna Jensen hevur sett løgmanni eina røð av spurningum um koronupassið. Hon spyr millum annað hvørjar heilsufakligu grundgevingarnar eru fyri at seta sum treyt nýtslu av koronupassi

Hanna Jensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hanna Jensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-24 10:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hanna Jensen, tingkvinna hjá Framsókn, vil nú hava at vita hvørja heimild landsstýrið hevur at fáa fólkið at brúka koronupass.

Í einum grein 52 fyrispurningini spyr hon løgmann eina røð av spurningum um koronupass.

Umframt spurning um heimildargrundarlagið, spyur løgtingskvinnan hví hetta hikki hevur verið viðgjørt í tinginum, og hvørjar heilsufakligar grundgevingar eru fyri at seta sum treyt nýtslu av koronupassi.

- Eru heilsufaklig prógv um, at koronupassið tálmar smittutrýstinum í samfeløgum, har tað verður nýtt, og er hetta effektivari enn koronukanningar, spyr hon eisini.

- Á tíðindafundi 9. november kunngjørdi løgmaður, at nú skuldi koronupass nýtast í føroyska samfelagnum frá leygardegi 13. november. Hetta kom sum ein kvøkkur hjá fleiri. Inntil tá hevði sitandi stjórn staðið saman um, at koronupassið, sum er fyrireikað innan heilsøkið, einans var gjørt fyri at føroyingar, sum skuldu ferðast uttanlands, kundu fáa eitt slíkt frá føroyskum myndugleika, skrivar Hanna Jensen í viðmerkingunum.

- Nú skilst millum manna, at koronupassið elvir til fleiri spurningar, enn tað svarar uppá, um m.a. dátutrygd, viðkvæmar heilsuupplýsingar, rættartrygd hjá føroyingum og frælsi at velja, um demokratiskar heimildir til koronupassið, um minnilutaverju - fyri at nevna nakrar. Av tí at løgmaður og sitandi landsstýri gjørdu púra greitt, at m.a. koppseting fyri koronu er frítt val, hava ivamál nú tikið seg upp. Mong uppliva, at koronupassið leggur eitt trýst afturat á tey, sum longu kenna trýst á tað lovaða fría valið – ikki minst nú borgarstjórin í Havn tosar um hetta.

- Íslendski smittu-landslæknin Þórólfur Guðnason, skrivar so seint sum 17. november í grein á covid.is, at eingin heilsufaklig orsøk er at gera mun á m.a. koppsettum og ókoppsettum, sum koronupassið er dømi um.

- Fleiri stúra um frælsisrættindi føroyinga – tí verða hesir spurningar settir, sigur Hanna Jensen.

Grein 52 fyrispurningar skulu svarast í seinasta lagi 10 yrka dagar eftir, at teir eru settir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder