
Í farnu viku skrivaði Dimmalætting, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana hevði verið í brúdleypi hjá miðflokkatingmanninum Steffan Klein Poulsen síðst í oktober, har fleiri vórðu smittað við koronu. Síðani fór hann til Danmarkar, har hann luttók í fleiri tiltøkum.
Jenis av Rana hevur áður sagt, at hann ikki ætlar at lata seg koppseta fyri koronu, men nú hevur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin sett honum fyrispurning um málið.
Hon vil m.a. hava at vita, um hann nú er koppsettur fyri koronu til tess at røkja sítt arbeiði sum landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Um ein persónur ikki er koppsettur og hevur verið í sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest koronu, er tilmælið at fara í sóttarhald í tíggju dagar, og Ingilín Didriksen Strøm vil tí eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur fylgt tilmælinum um sóttarhald, um hann framvegis ikki er koppsettur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald