Amerikanski politikarin Robert Foster hevur vakt ans, aftir at tað kom fram, at hann bert loyvir samrøður við kvinnulig tíðindafólk, um tey hava ein mannligan starvsfelaga við sær.
36 ára gamli Robert Foster stríðist í løtuni fyri at gerast republikanskt guvernørvalevni í amerikanska statinum Mississippi, og í hesum sambandi ætlaði Larrison Campbell, ein lokal tíðindakvinna frá blaðnum Mississippi Today, at fylgja honum í kampagnubussinum í 15 tímar.
Men hetta vildi Robert Foster ikki.
Orsøkin var, at Robert Foster, áðrenn hann gjørdi av at royna eftir guvernørembætinum, hevði gjørt eina avtalu við konu sína um at "sleppa undan øllum støðum, sum kundu elva til misálit ella seta hjúnaband okkara í vanda", sum Foster skal eitast at hava sagt.
Sambært DR kravdi hann, at Larrison Campbell tók ein mann við sær, men hesum noktaði hon.
Á Twitter skrivar Robert Foster, at hann gjørdi tað við virðing fyri konuni.
Hann sigur eisini, at menn alla tíðina eru undir álopi orsakað av MeToo-rørsluni.
- Eg ynski ikki at enda í einari støðu, har kvinnur kunnu ákæra meg fyri nakað, sigur hann.
Men hendan grundgevingin varð ikki góðtikin av Larrison Campbell. Sambært henni, er tað ein kynsdiskriminerandi avgerð.
- Tað, tú sigur er, at ein kvinna fyrst og fremst er eitt sexobjekt og síðani eitt tíðindafólk, segði hon.
Robert Foster er tó ikki einasti amerikanski politikarin, sum noktar at vera einsamallur við øðrum kvinnum enn konuni.
Núverandi varaforsetin í USA, republikanski Mike Pence, hevur eisini sagt, at hann ikki etur døgurða einsamallur við øðrum kvinnum. Hann luttekur heldur ikki í tiltøkum, har rúsdrekka verður skonkt, um kona hansara ikki er við honum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald