Innanlands

Vildi ikki lata seg kanna á flogvøllinum

Løgreglan varð boðsend, og kunnaði tann ferðandi um, at verður hann ikki kannaður skal hann í kravt sóttarhald í 10 dagar á einum gistingarhúsi fyri egna rokning

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-01 18:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 30 ára gamal føroyingur vildi á flogvøllinum í gjár ikki lata seg kanna fyri koronu, sum annars øll ferðandi sum koma til Føroya, skulu.

Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.

Landslæknin fekk fráboðan um hendingina, og løgreglan kom á staðið. Tann ferðandi fekk kunning um, at varð hann ikki kannaður fyri koronu, skuldi hann í kravt sóttarhald í 10 dagar á einum gistingarhúsi í Føroyum fyri egna rokning.

Tá ferðandi hoyrdi hesar treytirnar, játtaði hann at vera kannaður, og løgreglan ger ikki meira við málið, veit Kringvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder