2024-12-13 07:47

Løgreglan varð boðsend um 2 tíðina í nátt, tá ein kundi ikki vildi rinda fyri ein túr við hýruvogni. Hann var ónøgdur við prísin og nakað av øsing stóðst av hesum.
Upplýst verður, at hetta var í høvuðsstaðarøkinum.
Løgreglan kom á staðið og hesin hýruvognskundin verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald