
- Man skal kunna markera ting, sum henda her í lívinum, og eg eri ein av teimum, sum dámar væl at ymiskt verður markerað, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í Degi og viku fríggjakvøldið.
Fríggjadagin seinnapart var stór almenn móttøka í Høllini á Hálsi, har øll vóru vælkomin at heilsa uppá borgarstjóran, sum hevur sitið í býráðnum 50 ár út í eitt.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Kostnaðurin fyri almennu móttøkuna er mettur at vera 250.000 krónur, og tað er formansskapurin í býráðnum, sum hevur tikið avgerð um at skipa fyri hesum.
- Tað er ikki eg sum markeri hetta her, tað er býráðið sum hevur tikið ta avgerðina. Eg havi verið gestur í dag (fríggjadagin, red.), segði Heðin Mortensen millum annað.
- Tað hevði verið ófólkaligt at sagt nei til eina gávu, helt borgarstjórin fyri.
- Fjølmiðlarnir kenna mín holdning til at gera nakað, og hvørjaferð vit gera nakað, havi eg einki at vísa tað fram - eisini mín persón. Vit hava avgreitt nógv stórmál og eg haldi tey skulu koma fram til almenningin, segði Heðin Mortensen í Degi og viku.
(Mynd: Sverri Egholm)
Fagnaðurin av Heðin Mortensen er ikki liðugur enn. Tann 25. februar skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri eini almennari fagnarkonsert fyri borgarstjóranum í Hátuni.
Sí eisini: Myndir: Heðin Mortensen heiðraður á Hálsi
Les eisini: Heðin Mortensen kommandørur av Dannebrog
(Mynd: Sverri Egholm)


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald