Fyrrverandi tingmaðurin og landsstýrismaðurin fyri Javnaðarflokin, Vilhelm Johannesen, Klaksvík, doyði í gjár, pálmasunnudag, 79 ára gamal.
Vilhelm Johannesen var fyrstu ferð valdur á ting í 1980 og sat á tingi fram til 2008. Hann var landsstýrismaður í tveimum skeiðum, frá 1979-81 tá hann røkti heilsu-, almanna-, ídnaðar- og løgmál, og so aftur frá 1985-89, tá hann umsat ídnaðar- og løgmál og seinni ídnaðar- og arbeiðsmarknaðarmál.
Starvsleið hansara var innan +ostverkið, har hann eisini var útbúgvingarleiðari og so stóð hann eisini fyri bókaútgávuni av søguni um Postverk Føroya, “Postur í Føroyum 1870-2000”. Og so var hann eisin ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum frá 1972 til 1979.
Fyrrverandi løgmaðurin, Aksel V. Johannesen er yngsta barnið hjá Vilhelm og konuni Johild. Hini børnini eru Líggjas, Signhild, Betuel og Ragna.
![]()
Feðgarnir Aksel og Vilhelm Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald