placeholder
Innanlands

Vilja byrgja fyri alt ov høgum skattatrýsti

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fram, sum skal byrgja fyri, at skattatrýstið fer at vaksa av sær sjálvum, eins og undanfarnu árini

Jørgen Niclasen og Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen og Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-12 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinastu árini hevur føroyski búskapurin havt stóra framgongd. Hetta hevur ávirkað nógv, eitt nú stóran lønar- og prísvøkstur í Føroyum.

Serliga er tað prísvøksturin tvey tey seinastu árini, sum hevur gjørt fíggjarstøðuna hjá mongum verri. 

- Vit hava nú eisini sæð, at lønirnar á arbeiðsmarknaðinum eru hækkaðar. Tað í sær sjálvum er gott fyri borgaran, men tað kann hava óhepnar avleiðingar við sær. Tí verður skattastigin ikki broyttur samsvarandi við lønarvøkstrinum, so elvir tað til, at borgarar fáa størri skattatrýst. Tí hetta uppskot, skrivar Fólkaflokkurin í tíðindaskrivi um uppskotið til broyting í skattaásetingarlógini, sum flokkurin hevur lagt fyri løgtingið.

- Landsskattastigin hevur inntil í ár verið óbroyttir síðani 2016. Hetta hevur elvt til, at størri partur av lønini so líðandi er lyftur upp á hægri skattastig, og at borgarar eru vorðnir skattaðir alsamt harðari.

- Vit í Fólkaflokkinum hava tí lagt uppskot fram um broyting um áseting av skatti, sum skal byrgja fyri hesum. Ein broyting, sum ger, at løntakarin í góðari tíð frammanundan kennir skattligu fortreytirnar fyri komandi árið, og harafturat ger skattastigan meira einfaldan.

Uppskotið snýr seg, at mørkini í landsskattastiganum fyri komandi ár verða javnaði við prosentvísa vøksturin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum.

Hetta skal skipast soleiðis, at landsstýrisfólkið leggur uppskot fram um javning av skattastiganum fyri 8. mars á hvørjum ári. Uppskotið skal leggjast fram tíðliga á árinum, sum ger, at borgarin í góðari tíð frammanundan kenna skattligu fortreytirnar fyri komandi árið. 

Ætlanin er, at skipanin fær virknað fyri skattaárið 2026 og frameftir. 

Henda skipan fer at byrgja fyri, at skattatrýstið fer at vaksa av sær sjálvum, eins og undanfarnu árini, har politiska skipanin hevur latið standa til heldur enn at tillaga skattastigan samsvarandi lønarvøkstrinum.

Uppskotið fær fyrstu viðgerð á tingi, tá løgtingsarbeiðið verður tikið uppaftur komandi týsdag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder