Uttanlands

Vilja hava fleiri flóttafólk til Portugal

Meðan onnur lond í ES royna at avmarka talið av flóttafólkum, ger Portugal tað øvuta. Tí har manglar mann nevniliga arbeiðsmegi.

Mynd: TV2

Mynd: TV2

2019-04-20 19:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fleiri vesturevropeiskum londum stríðast politikarar fyri at avmarka talið av flóttafólkum, men í Portugal eru tey í ferð við at samráðast við Grikkaland um at fáa 1000 flóttafólk afturat til landið.

- Í Portugal gerast fólk eldri, og tað er gott. Men vit mangla nýggja arbeiðsmegi. Í Portugal fáa vit nógv frá tilflytarum úr Afrika, Asia og Eysturevropa, og vit seta stóran prís uppá tey. Kanska er tað tí, vit duga so væl at integrera tey, sigur Pedro Siza Vieira, fíggjarmálaráðharri í Portugal, við TV2.

Men Portugal liggur ikki á mest umtóktu leiðini hjá flóttafólkum úr eitt nú Sýria, og tí hevur landið seinastu árini bert tikið ímóti 6000 flóttafólkum tilsamans, men tey vilja fegin taka ímóti fleiri.

Politisk semja er í Portugal um, at mann ynskir fleiri flóttafólk til landið. Fáa tey ikki tað, er vandi fyri, at fólkatalið minkar úr 10 mió. niður í 7 næstu 40 árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder