Nú kunnu ung fólk í Stórabretlandi fáa avsláttur uppá hýruvognskoyring og útkoyring av mati, um tey játta at lata seg koppseta fyri koronu, upplýsir bretska stjórnin.
Bretska stjórnin hevur nevniliga gjørt fleiri samstarvsavtalur við privatar fyritøkur sum Uber, Bolt, Deliveroo og Pizza Pilgrims.
Hetta hevur m.a. við sær, at koyritænastan Uber í august fer at senda áminningar út til brúkarar fyri at heita á teir um at lata seg koppseta. Tænastan fer síðani at bjóða avsláttur til ung, sum eru koppsett. Talan verður bæði um avsláttur fyri koyring og útkoyring av mati hjá Uber Eats. Bolt, sum eisini bjóðar hýruvognskoyring, fer at bjóða ókeypis koyring til koppsetingarmiðstøðir.
Bretska heilsumálaráðið upplýsir, at meira kunning um hesar avtalur kemur í næstum.
Sambært Ritzau hava meira enn 68 prosent av eingilsmonnum í aldrinum 18-29 ár fingið fyrru koppsetingina fyri koronu, og 72 prosent av øllum vaksnum bretum eru liðugt koppsett.
Samstarvavtalurnar við privatu fyritøkurnar er tað seinasta í einari røð av átøkum, sum skal fáa fleiri at lata seg koppseta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald