Nú minni enn tveir mánaðir eru eftir til jóla, heitir felagið Heimafriður á kommunur og reiðararí um at fáa frið á jólum.
Í fjør og undanfarin ár hevur verið so nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum, at fólk hava ikki fingið heimafrið á jólum. Undanfarin ár hava summi verið so sperd av ganginum, at tey hava verið noydd at flýggja úr egnum heimi á jólum, sigur felagið.
Felagið, heitir tí staðiliga á kommunurnar, sum varða av havnunum, um saman við reiðaríunum at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið.
Felagið vísir til umhvørvisverndarlógina og halgidagslógina, sum m.a. sigur, at alt arbeiðsvirksemi, sum í ella uttanfyri húsið, sum við larmi órógvar halgidagsfriðin, er bannað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald