
Heimafriður heitir á kommunur, havnamyndugleikar og reiðarí um at skipa virksemið við havnirnar soleiðis, at sum minst óljóð kemur frá skipum og virksemi á og við havnirnar. Hetta fyri at tryggja borgarum heimafrið á jólum, sigur felagið, sum vísir til Halgidagslógina § 1 og Umhvørvisverndarlógina § 1.
– Sum vanligt á jólum, liggja nógv skip við bryggju. Hetta merkir, at nógv fólk ikki fáa heimafrið á jólum. Summi eru so sperd av ganginum, at tey noyðast at flýggja úr egnum heimi, so leingi skipini liggja inni. Felagið heitir staðiliga á kommunurnar sum varða av havnum, har larmandi skip liggja, um at finna loysnir, sum tryggja borgaranum frið.
Eisini heitir Heimafriður á reiðarí og fyritøkur, sum varða av skipum og bingjum, at syrgja fyri, at brek á útgerð og arbeiðstólum, sum eru orsøk til óneyðugt óljóð, verða umvæld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald