Innanlands

Vilja hava ókeypis lønarkontur til fólk

Fólk skulu sleppa at velja, um tey vilja hava lønina á kontu í einum peningastovni ella í almennari kontu, halda tingkvinnurnar Sirið Stenberg og Beinta Løwe, sum fara at leggja fram uppskot um hetta í morgin

Beinta Løwe og Sirið Stenberg, tingkvinnur fyri Tjóðveldi (Mynd: Tjóðveldi)

Beinta Løwe og Sirið Stenberg, tingkvinnur fyri Tjóðveldi (Mynd: Tjóðveldi)

2021-03-01 11:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, týsdagin, fer Tjóðveldi at leggja uppskot fyri tingið um at fólk skulu kunna hava eina almenna lønarkontu og harvið sleppa undan gjøldunum hjá bankunum.

Nú peningastovnarnir eru farnir at taka gjøld fyri nærum allar tænastur og harumframt eru farnir at taka negativa rentu fyri innistandandi mugu fólk hava aðrar møgulleikar at velja í, halda tær báðar tingkvinnurnar, Sirið Stenberg og Beinta Løwe, og tí fara tær at leggja hetta uppskotið fram.

Sambært uppskotinum skulu fólk sjálvi kunna velja, um tey vilja hava sína løn inn á kontu í peningastovnunum ella í almennari lønarkontu, skrivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi.

– Peningastovnar skulu tjena pengar, men fólk mugu hava valmøgulleikan, at fáa lønina uttanum peningastovnarnar, siga tær báðar tingkvinnurnar.

Les eisini: Skal vera møguligt at spara upp uttan at vera revsaður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder