Hermenn frá tjóðarhirðini vórðu boðsendir til Kongressina, tá viðhaldsfólk hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump trongdu seg inn í bygningin á Capitol Hill í Washington D.C., og síðan tá hava teir verið í økinum.
Teir vórðu boðsendir 6. januar at hjálpa løgregluni í Kongressini, og tey biðja nú amerikanska verjumálaráðið, Pentagon um at tjóðarhirðin verður verandi í økinum í eina tíð afturat.
Talsfólk fyri Pentagon upplýsir, at talan helst er um nakrir mánaðir afturat. Hvat liggur aftanfyri hesa umbønina frá løgregluni verður ikki upplýst, men virkandi stjórin hjá løgregluni í Kongressini segði í februar, at ávísir bólkar royna at forða fyri, at núverandi amerikanski forsetin, Joe Biden, møguliga fer at halda eina "State of the Union"-røðu, skrivar Ritzau.
Talan er um eina røðu, har amerikanski forsetin talar fyri Senatinum og Umboðsmannatinginum og greiðir frá støðuni í landinum, men tað er ikki kravt av forsetanum. Eingin av teimum seinastu seks forsetunum í USA hava hildið eina slíka røðu sama ár, sum teir hava tikið við embætinum. Joe Biden gjørdist forseti 20. januar í ár.
Eftir álopið 6. januar er økið um Kongressbygningin vorðið avbyrgt, og uml. 5.000 hermenn frá tjóðarhirðini standa til reiðar at hjálpa løgregluni, fyribils fram til 12. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald