Uttanlands

Vilja hava túsundatals ukrainsk børn heim úr Russlandi

Børn, sum Russland hevur flutt úr Ukraina uttan loyvi frá foreldrum ella verjum, skulu sleppa heimaftur, er kravið frá fleiri londum, sum luttaka á friðarráðstevnu í Sveis í hesum døgum

Forseti í Ghana, Nana Akufo-Addo; ES-nevndarforkvinna Ursula von der Leyen; Viola Amherd, forseti í Sveis; Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, Gabriel Boric, forseti í Kili; og forsetin í Kanada, Justin Trudeau á tíðindafundi í sambandi við ráðstevnuna í dag (Mynd: EPA)

Forseti í Ghana, Nana Akufo-Addo; ES-nevndarforkvinna Ursula von der Leyen; Viola Amherd, forseti í Sveis; Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, Gabriel Boric, forseti í Kili; og forsetin í Kanada, Justin Trudeau á tíðindafundi í sambandi við ráðstevnuna í dag (Mynd: EPA)

2024-06-16 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært ukrainsku stjórnini eru í minsta um 20.000 børn ólógliga send til Russlands ella øki undir russiskum eftirliti undir krígnum millum Ukraina og Russland, og fleiri lond krevja nú, at børn, sum eru send til Russlands, skulu sendast aftur til heimlandið.

Tað stendur í felags fráboðan frá fleiri londum, sum hava luttikið á friðarráðstevnu í Sveis hetta vikuskiftið, har 92 lond vóru umboðað, skrivar Reuters.

Sambært ukrainsku stjórnini er váttað, at eini 20.000 børn eru flutt til Russlands uttan loyvi frá foreldrum ella verjum, men hildið verður, at veruliga talið er nógv hægri.

Russland vísir hesum aftur og sigur, at landið bert roynir at verja sárbær børn í krígsraktum økjum.

Felagsskapurin Save Ukraine, hevði í gjár eitt tiltak, sum varpaði ljós á ukrainsk børn, sum eru flutt burtur úr heimlandinum. Felagsskapurin arbeiðir við at fáa hesi børnini heimaftur, og higartil eru 373 børn komin heim úr Russlandi, sigur Mykola Kuleba, formaður sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder