Uttanlands

Vilja ikki framføra til krúningina hjá Charles kongi

Tað vísir seg at vera ringt at finna tónleikarar at framføra til krúningina hjá Charles III 6. mai – Millum tey, sum hava sagt nei takk eru Robbie Williams, Adele og Spice Girls

Charles III hevur verið kongur, síðan mamma hansara, Elisabeth II, andaðist 8. september í fjør (Mynd: EPA)

Charles III hevur verið kongur, síðan mamma hansara, Elisabeth II, andaðist 8. september í fjør (Mynd: EPA)

2023-03-04 15:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

6. mai verður krúningin hjá Charles kongi í Westminister Abbey. Men tað hevur víst seg at vera trupult at finna tónleikarar at framføra í sambandi við hátíðarhaldið.

Sambært Rolling Stones hava fleiri heimsstjørnur nevniliga sagt nei takk til møguleikan at framføra fyri konginum. Talan er m.a. um Harry Styles, Robbie Williams, Adele, Spice Girls og Elton John.

Orsøkin er helst tær nógvu gølurnar, sum bretska kongshúsið hevur verið sett í samband við seinastu tíðina – m.a. sambandið millum Andrew prins og Jeffrey Epstein, og útsøgnirnar hjá Harry prinsi og konuni, Meghan Markle.

Miðilin sigur seg hava verið í samband við umboðsfólk hjá øllum áðurnevndu tónleikanøvnunum, og svarið frá nærum øllum var, at tey onga viðmerking høvdu. Umboðsfólk hjá Elton John váttar tó, at hann varð spurdur um at framføra, men at tað ikki lá fyri.

Orsakað av teimum gølunum, sum hava verið, noyðist einhvør, sum framførir til krúningina at umhugsa, um tað fer at fáa avleiðingar fyri tey at verða sett í samband við tiltakið, sigur Simon Jones, umboðsfólk hjá m.a. Little Mix, Niall Horan og Louis Tomlinson.

Charles III hevur verið kongur, síðan mamma hansara, Elisabeth II, andaðist 8. september í fjør.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder