David Benioff og D.B. Weiss eru millum størstu nøvn í filmsídnaðinum í løtuni. Teir báðir eru menninir, sum hava staðið aftanfyri vælumtóktu Game of Thrones sendirøðini, sum av mongu verður mett at verða besta sendirøð nakrantíð.
Men ikki øll eru so glað fyri Benioff og Weiss. Eftir at seinasta sesongin av Game of Thrones varð send, kravdu 1,5 milliónir fjepparar, at sesongin skuldi gerast av nýggjum.
Ónøgdin hevur nú flutt seg yvir á næstu uppgávuna hjá teimum báðum. Benioff og Weiss eru settir at skriva og framleiða tann fyrsta Star Wars filmin aftaná “The Rise of Skywalker”. Men stóra ónøgdin um seinastu sesong av Game of Thrones hevur nú ført til, at ein undirskriftinnsavnan er farin í gongd fyri at fáa teir báðar koyrdar av filminum.
Higartil hava 16.000 Star Wars fjepparar skrivað undir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald