Uttanlands

Vilja ikki hava nýggja kornavtalu

Russland hevur ikki útflutt minni av korni, síðan avtalan fór úr gildi í summar, sigur russiskur ráðharri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-12-17 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland hevur ongan áhuga í at gera eina nýggja kornavtalu við Ukraina.

Tað sigur Dmitry Patrushev, russiskur landbúnaðarmálaráðharri sambært tíðindastovuni Reuters.

Í høvuðsheitum er hetta ein politisk avgerð, sigur hann, og leggur afturat, at Russland ikki hevur útflutt minni av korni, síðan landið tók seg úr avtaluni, og at landið framvegis fer at útflyta korn.

Tað var í juli, at Russland lat kornavtaluna fara úr gildi, eftir at hon hevði verið galdandi í eitt ár.

Avtalan, sum var gjørd við hjálp frá ST og Turkalandi, tryggjaði útflutning av korni umvegis Svartahavið. Avtalan varð longd tríggjar ferðir, men tá hon stóð til at fara úr gildi í summar, boðaði Russland frá, at landið ikki ynskti at leingja hana. Grundgevingin hjá Russlandi var m.a., at avtalan ikki tekur atlit til tørvin hjá Russlandi.

Síðan kornavtalan fór úr gildi, hevur Ukrain útflutt korn umvegis aðrar leiðir. M.a. hevur Ukraina brúkt havnina í Izmajil, sum liggur við Donau ánna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder