Danir eru virknir brúkarar av tíðindum, men vilja ikki rinda fyri tey. Hetta er niðurstøðan í Yougov-kanning, sum er kunngjørd í dag. Tað skrivar journalisten.dk.
Helvtin av vaksnu íbúgvunum í Danmak hava ongantíð havt eitt hald til ein tíðindamiðil.
23 prosent hava eitt hald hjá tíðindamiðli. Millum tey 60 ára gomlu og eldri, er talið 41 prosent, meðan tað bara er 9 prosent millum tey 18-39 ára gomlu.
Kanningin vísir, at annar hvør dani hevur ongantíð havt eitt hald til tíðindamiðil, og 90 prosent av hesum ætla sær ikki at teka sær hald.
Høvuðsorsøkin til hetta er, at danir halda, at haldagjøldini eru ov dýr og at tað er ókeypis atgongd til nógv tíðindi.
Fakblaðið hjá donskum journalistum skrivar eisini, at sambært kanningini vitja 60 prosent av teimum spurdu javnan tíðindasíður ella tíðindaforrit. Ein meiriluti, 58 prosent, av teimum spurdu svara, at tað er í rodan, at tíðindamiðlar á netinum leggja innihald handan ein gjaldsvegg. 29 prosent svara, at tað als ikki er í ordan.
Yougov spurdi 1000 tilvildarlig fólk eldri enn 18 ár um miðjan august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald