Uttanlands

Vilja ikki ynskja Biden til lukku við valinum

Hóast fleiri heimsleiðarar longu hava ynskt Joe Biden til lukku við sigrinum, bíðar mann í Kina, Russlandi og Meksiko, til endaliga úrslitið fyriliggur

Leygardagin varð boðað frá, at Joe Biden hevði vunnið valið (Mynd: EPA)

Leygardagin varð boðað frá, at Joe Biden hevði vunnið valið (Mynd: EPA)

2020-11-09 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan miðlarnir leygardagin boðaðu frá, at demokraturin Joe Biden hevði vunnið amerikanska forsetavalið, hava fleiri heimsleiðarar ynskt honum og Kamalu Harris, varaforsetavalevni hansara, til lukku við sigrinum. Eisini Føroya løgmaður er millum teirra. Les meira her.

Í Russlandi, Kina og Meksiko aftra tey seg tó við at ynskja Biden til lukku. Har vil mann nevniliga vera við, at úrslitið enn ikki er greitt, skrivar Ritzau.

Sitandi republikanski forsetin í USA, Donald Trump, hevur heldur ikki góðtikið, at hann hevur tapt valið. Hann hevur áður ávarað um, at tær mongu brævatkvøðurnar fóru at elva til valsvik, og heldur hann framvegis uppá, at talan hevur verið um valsvik á hesum valinum. Hann ætlar sær tí at fara í rættin við málinum í fleiri statum, har Biden endaði við at vera frammanfyri.

– Vit hava lagt til merkis, at Biden hevur kunngjørt seg sjálvan sum vinnara av valinum. Sum vit skilja, verður amerikanska forsetavalið kunngjørt samsvarandi við amerikonskum lógum og mannagongdum, sigur Wang Wenbin, talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum sambært tíðindastovuni Reuters.

Eisini Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, sigur, at at tey vilja bíða, til endaliga valúrslitið fyriliggur, áðrenn tey koma við viðmerking. Hann leggur tó afturat, at Putin fleiri ferðir hevur víst á, at hann er til reiðar at samstarva við amerikanska leiðaranum, óansæð hvør hann er.

Meksikanski forsetin, Andres Manuel Lopez Obrador vildi um vikuskiftið heldur ikki ynskja Biden til lukku við valinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder