Innanlands

Vilja lýsa á málið á bestan hátt

Løgreglan hevur kannað málið um 19 ára gamla mannin, sum varð funnin lívleysur næstseinasta leygarkvøld. Men løgreglan vil lýsa málið betur

Tað skal vera her í økinum við Tórsvøll, at 19 ára gamli maðurin varð funnin lívleysur. Nú ynskir løgreglan at frætta frá fleiri møguligum vitnum (Mynd: Kringsýnismynd / Tórshavnar kommuna)

Tað skal vera her í økinum við Tórsvøll, at 19 ára gamli maðurin varð funnin lívleysur. Nú ynskir løgreglan at frætta frá fleiri møguligum vitnum (Mynd: Kringsýnismynd / Tórshavnar kommuna)

2024-02-27 22:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan sóknast eftir møguligum vitnum í sambandi við, at ein 19 ára gamal maður um midnáttarleitið tann 17. februar varð funnin lívleysur uttanfyri No 12 á Tórsvølli í Gundadali.

Fyri Degi og viku í kvøld upplýsir Kári Jacobsen, kanningarleiðari, at løgreglan hevur kannað málið og hevur eisini prátað við vitni, men ynski er at lýsa málið betur.

- Vit hava hoyrt, at fólk vóru í økinum, har vanlukkan hendi, og fyri at lýsa málið á bestan hátt leita vit eftir fleiri møguligum vitnum, sigur kanningarleiðarin við Dag og viku.

Tann 19 ára gamli maðurin doyði dagin eftir á Landssjúkrahúsinum.

Heldur tú teg hava sæð ella hoyrt okkurt, sum hevur við hendingina at gera, vinarliga ring á politistøðina á tlf. 114 ella 351448.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder