Innanlands

Vilja nýta fæið úr Frítíðargrunninum til gransking

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta lógina um frítíð við løn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-20 14:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskingarráðið: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um frítíð við løn.

Í hesum sambandi er ætlanin at taka Frítíðargrunnin av og flyta fæið í grunninum til Granskingarráðið. Talan er um 10 mió. kr. sum verða oyramerktur til at granska í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið sæst, at nevndin í Frítíðargrunninum heldur, at tíðin er farin frá grunninum. Nevndin mælir til, at fæið verður flutt Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, um grunnurin verður tikin av.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru ikki á einum máli um, hvussu fæið eigur at verða brúkt, men fleiri mæla til, at peningurin verður brúktur til gransking í ymsum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum.

Tað verður ikki nógv granskað í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, tó at hetta er gransking, sum hevur stóran týdning. Skotið verður tí upp at leggja fæ grunsins saman við møguligum rakstraravlopi til Granskingarráðið og marka peningin til gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

Granskingarráðið skal umsita peningin eftir reglum, sum landsstýrismaðurin fer at áseta við heimild í lógini.

Fæið í Frítíðargrunninum er í løtuni 13 mió. kr. Av hesum verða 3 mió. kr. fluttar landskassanum og Frítíðargrunninum, meðan 10 mió. kr. verða fluttar Granskingarráðnum.

Uppskotið fær fyrstu viðgerð í tinginum hósdagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder