Mentan

Vilja nýta Grand Prix kappingina til at varpa ljós á Grønland

Danir vita alt ov lítið um Grønland, halda Julie og Nina, sum fara at syngja á grønlendskum í kappingini

Julie Berthelsen og Nina Kreutzmann Jørgensen (Mynd: DR)

Julie Berthelsen og Nina Kreutzmann Jørgensen (Mynd: DR)

2019-01-31 19:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð í 40 ár verður ein grønlendskur sangur við í danska Grand Prixnum.

Tað eru tær báðar, Julie Berthelsen og Nina Kreutzmann Jørgensen, sum báðar eru ættaðar úr Grønlandi, sum fara at luttaka við lagnum "League of Light". Lagið verður sungið á enskum og grønlendskum.

Avgerðin um at syngja ein part av lagnum á móðurmálinum var ikki torfør.

- Við hesum lagnum umboða vit eisini Grønland, og fyri okkum hevur tað týdning, at tað hoyrist í lagnum. Har skuldi heilt vist okkurt grønlendskt við fyri at leggja dent á, hvaðani vit eru, sigur Nina Kreutzmann Jørgensen við DR.

- Tað er ein møguleiki at greiða frá, hvaðani vit eru, og tað vilja vit fegin, sigur Julie Berthelsen.

Fyrstu og einastu ferð eitt dansk Grand Prix lag varð framført á grønlendskum var í 1979, tá Rasmus Lyberth sang lagið "Faders bøn".

Við lagnum "League of Light" vóna tær báðar songkvinnurnar at niðurbróta nakrar av fordómunum, sum danir hava um Grønland og grønlendingar.

- Danir vita stutt sagt alt ov lítið um Grønland. Vit eru ikki okkara fortíð, hóast tað er tað, ið nógv seta okkum í samband við. Hesum vilja vit fegin steðga, tí tað hevur verið eitt stríð at koma hertil, sigur Julie Berthelsen.

- Eg verði onkuntíð skelkað av, hvussu lítið danir vita um Grønland, og hvussu grønlendingar liva. Har eru nógvir fordómar um, at vit t.d. drekka ov nógv, sum tíverri enn liva víðari, sigur Nina Kreutzmann Jørgensen.

Hoyr lagið "League of Light" og les meira her.

Hálvi føroyingurin Sigmund Tróndheim, sum gjørdist kendur, tá hann luttók í X Factor í fjør luttekur eisini í Grand Prixnum við lagnum "Say My Name", og sostatt er allur ríkisfelagsskapurin umboðaður í ársins grand prix kapping, sum verður leygardagin 23. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder