Innanlands

Vilja styrkja tilbúgvingarsamstarvið

– Ítøkiliga havi eg góðar vónir um, at Føroyar kunnu luttaka meiri aktivt framyvir í Haga-samstarvinum og innan norðurlendska samstarvið um veitingartrygd, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum fríggjadagin hitti danska starvsbróðurin, Torsten Schack Pedersen í Keypmannahavn

2024-11-16 18:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Báðir partar vilja styrkja um tilbúgvingarsamstarvið.

Hetta var millum niðurstøðurnar, tá ið landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum, Bjarni K. Petersen, hitti danska starvsbróðurin, Torsten Schack Pedersen, í Keypmannahavn 15. november.

Føroyar arbeiða við at betra um samstarvið við Danmark og hini Norðurlondini um tilbúgving, millum annað innan Haga-samstarvið.

Bjarni K. Petersen var sera fegin um samrøðuna við danska ráðharran og segði soleiðis eftir fundin:

– Vit høvdu eina sera góða samrøðu um samstarv á tilbúgvingarøkinum, ið báðir partar vilja styrkja. Ítøkiliga havi eg góðar vónir um, at Føroyar kunnu luttaka meiri aktivt framyvir í Haga-samstarvinum og innan norðurlendska samstarvið um veitingartrygd.

Løgmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder