2024-07-26 11:58
Í gjárkvøldið um hálvgun sjey tíðina fekk løgreglan boð um, at ferðsluljósini R.C. Effersøesgøtu í Havn ikki riggaðu.
Onkur hevur helst borið við ljósið, sum hongur góðar sjey metrar uppi.
Fólk frá kommununi vóru boðsend og umleið tríggjar tímar seinni, lýstu ljóskurvarnar aftur.
Løgreglan vil fegin hava greiði á, hvat er hent, og heitir á fólk, sum kunnu vita okkurt um tilburðin, um at venda sær til teirra. Løgreglan hevur telefon 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald