Innanlands

Villingadalsvegur stongdur í annaðkvøld

Vegna asfaltering verður vegurin stongdur fyri allari ferðslu frá kl. 18 til 21, ella so leingi arbeiðið varar, sigur Tórshavnar kommuna

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-03-20 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við at niðasti partur av Villingadalsvegnum í Havn verðar asfalteraður, verður vegurin stongdir fyri allari ferðslu nakrar tímar í annaðkvøld.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðuna, at vegurin verður stondur frá klokkan 18 til 21, ella so leingi arbeiðið varar.

Meðan asfalteringin fer fram niðast á Villingadalsvegnum, koyrir leið 4 í staðin eftir Blómubrekku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder