Innanlands

Villingardalsvegurin hevur fingið stóran skaða

Hetta ger, at eingin ferðsla verður á ovasta parti av vegnum - í øllum førum fram til endan av mánaðinum. Nú skal umvælast, soleiðis at vegurin aftur kann bera ferðsluna

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2022-01-18 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað var ein knappligur leki millum jólanna á høvuðsleiðingini úr Villingardali, sum gjørdi, at 450 tons av vatni runnu út upp á hálvan tíma, áðrenn skrúvast kundi fyri. Veruligi skaðin varð ikki sjónligur fyrr enn eftir, at kavin bráðnaði.

- Skaðin er vorðin alt sjónligari, so hvørt sum ferðslan hevur ávirkað vegateinin. Skaðin er rættiliga stórur. Vegakassin og fyllan rundanum leiðingar í vegnum eru skolað burtur í støðum, og holrúm kunnu vera uppstaðin, sum vandi er fyri kunnu opnast, um ferðslan heldur fram.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommunu á heimasíðu sínari um skaðan, ið hevur ávirkað vegin seinastu tíðina. Hann ger, at ovara borð á Villingardalsvegnum nú verður stongt, og at ferðsla verður einans loyvd oman eftir vegnum millum Blákollugøtu og Sóljugøtu.

[object Object]
- Skaðin er vorðin alt sjónligari, so hvørt sum ferðslan hevur ávirkað vegateinin (Mynd: torshavn.fo)

Avgerð er tikin um hetta, eftir at tað er staðfest, at møguligur skaði á leiðingar kann koma, um ferðslan heldur fram – ella at longu hendir skaðar kunnu versna - umframt at vavið av ávirkaða økinum er kannað við jarðradara.

Farið verður skjótast gjørligt undi umvæla og at endurbyggja vegkassan og stúva við fínari tilfari rundan um leiðingarnar, soleiðis at vegurin aftur kann bera ferðsluna, skrivar torshavn.fo

- Av tí, at sanna vavið av arbeiðinum ikki verður kent, fyrr enn hol er sett á, so ber ikki til at siga neyvt, nær arbeiðið endaliga verður liðugt. Men í fyrstu atløgu verður ferðslan ávirkað til 31. januar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder