Leygarkvøldið verður forkunnug bókaframløga í Løkshøll í Runavík. Talan er um drúgva brævaskiftið millum vinmenninar William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, ið Sprotin gevur út.
Útgávan, sum nevnist ”Vinaliga”, fevnir um stívliga 1200 síður í tveimum bindum í prýðiligum húsa. Eitt sjaldsama fínt íkast í føroyska mentasøgu. Allir tankar og kenslur, teir høvdu, alt tað, teir høvdu upplivað og ætlaðu sær. Alt hetta kemur nú út í bók, og tað fara Bergur Djurhuus Hansen og Jógvan Isaksen at práta um.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fer at greiða frá ættarbondum hjá Jørgen-Frantz á Skálafjørðinum og fyrimyndum og íblástri til kendu skaldsøguna Barbaru, ið er fingið haðan.
MARIUS spælir og syngur á tiltakinum.
Bókaverkið verður selt fyri serligan framløguprís hetta kvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald