Innanlands

Vindskaðar á Sandi og í Sandavági

Smávegis stormskaðar í nógva vindinum í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-07 09:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ymiskt hvussu ringa veðrið rakti í gjár. Hjá løgregluni var tað satt at siga bara ringt av Sandi og úr Sandavági um stormskaðar, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Seinnapartin frá klokkan hálvgun tvey og einar tveir tímar fram gekk tað fyri seg á Sandi, og tá klokkan var farin av fýra fóru tey at ringja úr Sandavági.

Sjey fráboðanir um vind komu tilsamans, men talan var ikki um nakran stóran skaða. Tað var ymiskt leyst sum fór á flog í vindinum, garðar sum ikki kláraðu vindin, og so eisini onkur tekja, sum var í ferð við at ríva. Av flogvøllinum kom ein fráboðan, har var byggitilfar farið á flog í nógva vindinum.

Á Sandi varð mett, at vindurin mundi vea einar 30 til 40 metrar ums ekundi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder