Innanlands

Vindur - men ongin skaði

Bert ein fráboðan um leysa takplátu í nátt

2022-01-13 08:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rættiliga nógvur vindur hevur verið í nátt.

Men tað hevur ikki órógvað arbeiðið hjá løgregluni stórvegis í nátt.

Vaktleiðarin sigur, at tey bert hava fingið ta einu fráboðanina orsaka av vindinum. Tað var í Leynum, har ein takpláta hevði rivið seg leysa.

Sløkkiliðið í Kvívík varð fráboðað, og fekk tryggjað staðið uttan at nakar stórvegis skaði hendi, sigur vaktleiðarin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder