Veðurstova Føroya: Mánadagur 3. februar 2025, skrivað kl 11:15 UTC.
Strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn, í støðum upp í 20 m/s. Út á seinnapartin ælaveður. Um midnáttarleitið støkkur hann vesturum til útsynning, tað slítur í, og vindurin minkar sum frálíður niður lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin í dag fer upp í 12 stig; í nátt niður í 3 stig.
Týsdagur
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, kanska við vátakava. Um kvøldið og náttina frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og kavaæl. Hitin 2 til 7 stig.
Mikudagur
Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, kanska við vátakava. Um kvøldið frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina veksur vindurin upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Hitin 4 til 9 stig.
Hósdagur
Strúkur í vindi upp í skrið sunnan 13 til 18 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin 6 til 10 stig.
Fríggjadagur
Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, smáskýggjað og bert okkurt ælið. Hitin 6 til 9 stig.
Leygardagur
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin dregur á luftina, og fram ímóti middegi er samdrigið og regn. Seinnapartin støkkur hann upp í vestan, og sum frálíður slítur í, og vindurin minkar niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin 4 til 9 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald