Uttanlands

Vinmaður Putins er nú krígsfangi

Zelenskij bjóðar Russlandi ukrainska oligarkin, Viktor Madvedtjuk, í býti fyri ukrainskar borgarar, sum russar hava tikið til fanga

2022-04-13 11:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukrainskar trygdardeildir handtóku í gjárkvøldið ríkmannin - oligarkin - og andstøðuleiðaran Viktor Medvedtjuk. Talan er um ein av góðu vinmonnunum hjá Vladimir Putin í Ukraina, sum longu er ákærdur fyri landasvik.

Tað var í gjárkvøldið, at Volodymyr Zelenskij kundi upplýsa at Viktor Medvedtjuk er fongslaður. Forsetin vísti á Facebook síðu síni eina mynd av honum í handjørnum, og skrivaði “væl gjørt”.

[object Object](Mynd: EPA)

Oligarkurin er ein av nærmastu sameindu hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, í Ukraina. Teir eru góðir vinir, og hava eitt nú hildið feriu saman. Eisini er Putin gubbi hjá einum av døtrunum hjá Medvedtjuk, skrivar The Washington Post.

Viktor Medvedtjuk er ein russisk vinarligur andstøðuleiðari í Ukraina, sum í fjør varð ákærdur fyri landasvik og settur í húsavarðhald. Ukrainska stjórnin skuldsetir hann fyri at hava roynt at leggja ognir hjá Ukraina á Krim-hálvoynni undir seg eftir russisku hertøkuna í 2014, skrivar svenska Aftonbladet.

Í februar í ár boðaði ukrainska stjórnin frá, at Viktor Medvedtjuk var flýddur úr húsavarðhaldinum tríggjar dagar eftir at russiska innrásin byrjaði. Síðani hevur hann fjalt seg.

Advokaturin hjá oligarkinum, Larysa Cheredynenko, hevur víst ákærunum aftur, og sigur, at Medvedtjuk var tvingaður at flýggja orsaka av hóttanum frá tjóðskaparligum bólkum.

[object Object]Táverandi ukrainski andstøðuleiðarin, Viktor Medvedtjuk, í samrøðu við vinmann sín í Kreml (Savnsmynd: EPA)

Á Twitter skrivar ukrainska trygdartænastan, at tey framdu eitt vandamikið snarálop fyri at handtaka oligarkin og fáa hann fongslaðan.

Enn hava ongi umboð fyri Medvedtjuk gjørt viðmerkingar til handtøkuna. Ein talspersónur fyri Kreml hevur sagt við tíðindastovuna Tass, at hann hevði sæð myndinar, man at tey ikki kunnu siga, um myndin er verulig, skrivar Reuters.

Seinni í gjárkvøldið boðaði Volodomyr Zelenskij frá, at hann er sinnaður at lata Russlandi Viktor Medvedtjuk í býti fyri ukrainskar borgarar, sum Russland hevur tikið til fanga. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder