Í vikuni varð eitt felag fyri vinnulívið í Suðuroynni stovnað. Stovnandi aðalfundur hjá Suðuroyar Vinnulívsfelag var hósdagin í miðnámsskúlanum í Hovi.
Á stovnandi aðalfundinum blivu viðtøkur viðtiknar, og nevnd vald at stjórna felagnum.
Fimm limir og tveir eykalimir blivu valdir. Nevndarlimirnir eru Kristian Stórhamar, Rakul Borg Brattaberg, Ragnar West, Filip Hammer, og Tórður Thomsen. Eykalimir eru Ólavur Bjarkhamar og Arosiak Hammer.
Nevndin skipaði seg beint eftir fundin við Kristian Stórhamar sum formanni.
– Á fundinum var breið semja um, at tørvur er á einum virknum vinnulívsfelag í Suðuroynni, sum kann virka fyri fjølbroyttu vinnuni í Suðuroynni, skrivar nýstovnaða felagið í tíðindaskrivi.
– Endamálið við Vinnulívsfelagnum er at geva vinnulívsfólki í oynni høvi at møtast regluliga, og fáa íblástur og stuðul frá hvørjum øðrum. Ætlanin er at skipa fyri nøkrum árligum tiltøkum fyri limir.
– Nevndin stakk longu eftir fundin 2 tey fyrstu tiltøkini, nevnd vinnuting, har bjóðað verður til viðkomandi framløgur, netverkan og lætt ábit. Hesi bæði vinnutingini verða ávikavist 25. september og 6. november. Felagið fær eisini innan stutta tíð eina heimasíðu, har kunnað verður um virksemið hjá felagnum, skrivar Suðuroyar Vinnulívsfelag.
– Allar fyritøkur í Suðuroynni eru vælkomnar at tekna seg sum lim í felagnum. Jú fleiri ynskja at gerast limur, tess sterkari og fjølbroyttari verður felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald