Innanlands

Vinnan komin fyri seg aftur eftir korona

Nýggjastu hagtølini vísa, at tað gekk betri í 2021 enn í 2020, men vinnan er ikki komin upp á 2019-støðið enn

2022-10-13 09:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggju roknskaparhagtølini fyri føroysku vinnuna vísa millum annað, at føroysk feløg sum heild hava megnað at komið uppundan aftur, eftir at korona í 2020 legði summar vinnugreinar lamnar. Harafturat vísa nýggju tølini, at alingin hevði eitt betri úrslit í 2021 enn 2020, men úrslitið var einans stívlig helvt av úrslitinum í 2019.

Hetta kemur fram í nýggjari uppgerð, sum Hagstovan hevur lagt á heimasíðu sína í dag.

Av framleiðsluvinnugreinunum eru úrslitini í vinnubólkinum ‘matvøruframleiðsla’ hækkað við 158 milliónum krónum, meðan úrslitið í byggivinnuni minkaði niður í eina helvt frá 235 milliónum í 2020 til 106 milliónir krónur í 2021.

Nýggju hagtølini vísa millum annað, at føroysk feløg sum heild hava megnað væl at komið uppundan aftur, eftir at korona í 2020 legði partar av vinnuni lamnar. Tá koronufarsóttin kom, varð stúrt fyri, at gongdin í búskapinum fór at taka skap av sonevndum L-snið, har sølan og harvið úrslitið hjá feløgum dalar og leggur seg á lægra støðinum í longri tíð.

Men so gjørdist ikki. Heldur er talan um eitt V-snið, sum sæst á talvuni herundir. Tí hóast úrslitið fyri allar vinnur kavaði frá 2,6 milliardum í 2019 til 1,6 milliardir krónur í 2020, so megnaðu vinnurnar tilsamans at hála úrslitið upp á 2,8 milliardir í 2021.

 

Hagtølini fyri 2020 vístu, at onkrir vinnubólkar vóru serliga hart raktir av koronufarsóttini. Her var talan serliga um flutnings-/goymsluvinnuna og gisting-/matstovuvinnuna. Hesir bólkarnir hava tó megnað at fáa positiv úrslit í 2021.

Í vinnubólkinum ‘Flutnings- og goymsluvinna’ fór úrslitið frá 156 milliónum í 2019 til minus 325 milliónir krónur í 2020 og so uppaftur á 39 milliónir í 2021.

Somuleiðis lækkaði úrslitið eisini í ‘Gisting og matstovuvinnu' frá 30 milliónum í 2019 til minus 18 milliónir krónur í 2020 og so uppaftur á 13 milliónir í 2021. Úrslitini í hesum vinnubólkinum eru sostatt ikki komin upp á sama støði sum í 2019, áðrenn koronufarsóttin rakti, men úrslitini eru positiv aftur.

Undir bólkinum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’ liggja deildirnar 'Plantu- og húsdjóraaling’ og ‘Fiskiveiða og aling’. Í ‘Plantu- og húsdjóraaling’, sum í mestan mun fevnir um mjólkneyta- og seyðahald, hava úrslitini fyri alla deildina verið væl oman fyri 4 milliónir krónur síðani 2019. Besta árið var 2019, tá úrslitið var 5,6 milliónir krónur, meðan tað í 2020 og 2021 hevur ligið á ávikavist 4,8 og 4,7 milliónum krónum.

Í ‘Fiskiveiða og aling’ sæst, at meðan úrslitið í deildini minkaði frá 2019 til 2020 við stívliga 500 milliónum krónum frá 1 milliard í 2019 til slakar 500 milliónir krónur í 2020, so hækkaði úrslitið við 242 milliónum til 738 milliónir krónur í 2021.

Hetta kemst serliga av úrslitinum í flokkinum ‘Aling’. Har var úrslitið árini 2019 og 2020 ávikavist 792 og 220 milliónir krónur, meðan úrslitið í 2021 var 413 milliónir krónur – ein hækking uppá 193 milliónir frá 2020, men tó bert stívliga helvtin av úrslitinum í 2019.

Í vinnugreinini ‘Fiskiveiða til ídnað’ er úrslitið í 2021 kvinkað nakað uppeftir frá 272 milliónum í 2020 til 282 milliónir krónur í 2021.

Framleiðsluvinnan hevur eisini havt eitt gott ár. Meðan úrslitið í bólkinum minkaði frá 553 milliónum í 2019 til 494 milliónir krónur 2020, so hækkaði tað við 163 milliónum til 656 milliónir krónur í 2021.

Stóra hækkingin er serliga innan ‘matvøruframleiðsla’. Frá 2020 til 2021 er úrslitið hækkað við 158 milliónum frá 360 í 2020 til 518 milliónir krónur í 2021.

Úrslitið fyri byggivinnuna gjørdi eitt lop uppeftir frá 2019 til 2020, men er nú lækkað aftur fyri 2021. Úrslitið í byggivinnuni var 235 milliónir krónur í 2020, men í 2021 er tað meira enn hálverað niður í 106 milliónir krónur. Allar deildirnar undir bólkinum hava sæð eina minking í úrslitinum.

Fyri tænastuvinnugreinarnar er stórur vøkstur í úrslitinum í bólkinum ‘Heil- og smásøla og umvæling av akførum’. Í 2020 var úrslitið 385 milliónir krónur og hetta vaks til 617 milliónir í 2021. Her eru tað serliga í deildunum ‘Søla av bilum’, ‘Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum’ og ‘Onnur serheilsøla’, ið eru vaksnar nógv.

Úrslitið í ‘Søla av bilum’ er vaksið úr 26 milliónum í 2020 til 45 milliónir krónur í 2021. ‘Onnur serheilsøla’, ið m.a. fevnir um heilsølu av brennievni, timburi og hitaskipanum, er støðugt vaksið seinastu 10 árini. Í 2020 var úrslitið 127 milliónir krónur og vaks til 139 milliónir í 2021. Størstu broytingina innan hendan bólkin síggja vit tó í ‘Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum’. Frá 2019 til 2020 lækkaði úrslitið frá 160 milliónum í 2019 til 37 milliónir krónur í 2020 og hækkaði so heilt upp á 265 milliónir í 2021.

Í tænastubólkinum ‘Søla, útleigan og umsiting av føstum ognum’ er tað serliga vinnugreinin 'Útleiga og rakstur av egnum ella langleigaðum ognum’, ið ger seg galdandi og hevur havt stóran vøkstur seinastu árini. Úrslitið í vinnugreinini var 35 milliónir í 2018 og er vaksið nógv seinastu árini til 85 milliónir krónur í 2021. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder